Søgan um Glimmur

Tina Harryson eigur og rekur báðar handlarnar. Glimmur i Havn lat upp i august 2004. Í Saltangará lótu vit upp i juli 2013.

Tina ger sjálv nógvar smúkkur úr ektaðum tilfarið, silvur, ektaðum steinum, feskvatnsperlum, krystallum osf.

Vit hava i nógv ár, ætla, at fingið okkum ein nethandil, og nú bleiv tað so enduliga veruleiki. Vit vóna, at blíva væl móttikin 😊

+ 61 3 8376 0000

Glimmur lat sín fyrsta handil upp í Tórshavn í august 2004. Tann dagin byrjaði ein spennandi ferð hjá okkum innan vakurleika, snið og prýði. Endamálið var frá byrjan at bjóða vørur, ið seta dám á gerandisdagin – alt frá smúkkum og hárprýði til sminku og gávuhugskot.

Eftir góð tíggju ár við vøkstri og trúgvum kundum í Havnini, lótu vit í juli 2013 upp ein nýggjan handil í Saltangará. Tað gav okkum møguleikan at røkka enn fleiri kundum kring landið, og at bjóða eitt breiðari vøruúrval og persónliga tænastu.

Í dag er Glimmur eitt kent navn í Føroyum innan vakurleika og prýði. Vit leggja stóran dent á, at fylgja við tí nýggja innan snið, hármótar, sminku og tilhoyr – og okkara net­handil ger tað lættari enn nakrantíð, at keypa tínar yndisvørur heimanífrá.

Okkara visjón er, at geva okkara viðskiftafólkið eina góðskuuppliving – bæði í handlinum og á nethandlinum – við persónligari tænastu, góðum tilboðum og einum úrvali, sum altíð er í menning. 😊

Glimmur Elegant Footer